Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Verkstova: Stað upptøkur fyri nýbyrjarar
Lær at taka ljóð upp rundanum teg og viðgera tey við einari snildfon.
Við einans einari snildfon kann ein gera upptøkur av ljóðum rundanum seg, viðgera tey og seta tey saman til sín egna ljóðheim. Til Ravlitt DARR verkstovu fara vit at viðgera júst hetta.
Verkstovan verður í tveimum, tveir dagar:
〰️ Dagur 1: Týsdagur 10. nov kl 18.30 til 20.30
〰️ Dagur 2: Leygardagur 14. nov kl 11 til 13
Týsdag hittast vit og hyggja at, hvat ein skal hugsa um, tá ein ger upptøkur. Vit fara at tosa um ljóð og upptøkuhættir. Vit fara at lurta eftir dømum og ikki minst, so fara vit at gera upptøkur og lurta eftir teimum og hyggja at, hvussu man kann viðgera og nýta tær.
Leygardagin hittast vit aftur til seinna part av verkstovuni, eftir at luttakararnir hava havt stundir at tikið meira upp og gjørt sær ymiskar royndir, sum man fær tosað um. Tá fara vit at hyggja at, hvussu man kann viðgera ljóðini og seta tey saman.
〰️ STØÐI 〰️
Verkstovan tekur støði í støðinum á luttakarunum. Um ein er heilt grøn/ur og aldrin hevur roynt at tikið ljóð upp áður, ella um man hevur roynt eitt sindur sjálv/ur og vil hava ráð og inspiratión, so finna vit útav tí.
〰️ STAÐ 〰️
Gentukostdeildin í Hoydølum
〰️ VERTUR 〰️
Heðin Z. Davidsen
〰️ ÚTGERÐ 〰️
Einki, um man ikki hevur nakað og bara vil forvitnast.
Um man eigur, so er vert at taka við:
- snildfon og oyratelefonir
- gjarna eitt lítið upptøkutól
KOSTNAÐUR: 100 kr
TILMELDING: seysturstein@gmail.com
ALDUR: 16+
Bústaður
Gentukostdeildin
26GM+WG9
Tórshavn
Samband
lisa.fo
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar