Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Varandi heimur - ráðstevna og framsýning
Grøn orka loysir seg
Varandi heimur, ráðstevna og framsýning um varandi orku, verður fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktobur. Heitið hesa ferð er Grøn orka loysir seg. Tak niður skránna.
Fólk við fremstu vitan og royndum leggja fram og geva boð uppá, hvussu ferð kann fáast á grøna orkuskiftið. Fokust verður sett á møguleikarnar hjá okkum her heima og vit hoyra um royndir úr grannalondum okkara.
Handilsfyritøkur sýna fram teirra boð uppá skilagóðar orkuloysnir til húsarhald og vinnu.
Familjur og húsarhald leita sær góð ráð og íblástur um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum - og pengapunginum.
Fríggjadagur fyri øll við áhuga fyri grøna orkuskiftinum Fríggjadagin spyrja vit, hvat, ið skal til fyri at Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku? Vit seta fokus á, hvussu vinna, kommunur, landsmyndugleikar og húsarhald hvør sær og saman kunnu vera við til at seta ferð aftur á orkuskiftið.
Vit hoyra leiðandi persónar á sínum øki greiða frá, eins og kjakast verður um loysnir og staðfest verður ábyrgd.
Leygardagur fyri teg og øll, sum ætla sær grøna orku Leygardagin kunnu húsarhald kunna seg um møguleikar at fáa grøna orku. Familjur og einstaklingar kunnu leita sær íblástur og góð ráð um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum og sum kunnu spara nógvar krónur í pengapunginum.
Ansing og hugni til børnini Vit vilja fegin, at familjur við børnum koma í Norðurlandahúsið at vitja Varandi heimin, og hava tí fingið námsfrøðinæmingar at ansa børnunum í Skálanum. Har verða hoppiborgir og gyklarin Ásbjørn fer at gykla, meðan foreldrini vitja básar ella lurta eftir fyrilestrum.
Xperiment framførir Við livandi tónleiki byrja vit leygardagin, tá Xperiment fer at syngja kl 10.00.
Høgra stendur fyri handils- og ráðstevnuni. Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna. Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, Sev og Tórshavnar kommuna.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar