Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Tá ljósið gevur skapunum lív
Kom og síggj
Hvat hendir, tá ein tónleikari og ein grafikari lata sínar skapandi leiðir møtast?
Hjá SonoraWalls verður tað til eitt samspæl millum list, ljóð og visuellar upplivingar. Rúm fáa nýtt lív og fólk sleppa at síggja, lurta og lata seg hugtaka.
Í hesum nýggja verki er útgangsstøðið einfaldir, hvítir kassar! Ljós rennur eftir kantunum. Flatur lata seg upp, litir skifta, og tað fasta tykist fara í upploysn. Skapini standa still, men upplivingin er í støðugari broyting. Frá fínum ljósrákum til kraftmiklar litir og rørslur, ið broyta okkara fatan av dýpd, tilfari og rúmi.
Ljós og ljóð renna saman í eina heild, har sansirnir verða vaktir og eygað verður avbjóðað. Í skiftinum millum tað stilla og tað stórsligna fáa somu skap nýggj úttrykk. Soleiðis verður hvør vitjan, hvør eygleiðing, til eina serliga uppliving millum list og menniskju.
Aftan fyri SonoraWalls standa Magni Husgaard, ljóðdesignari og tónleikari, og Hildur Høghamar, grafikari. Við teirra ymisku førleikum og felags skapandi áræði skapa tey livandi verk, ið hugtaka og fáa fólk at undrast. Verk, ið geva pláss fyri bæði spæli og djúphugsni.
Tey lata føroyska samtíðarlist møta umheiminum...
Kom nærri - eygleið. Lat undranina taka yvir.
Framsýningin letur upp leygardagin 7.nov. kl.16.
Bústaður
Varpið
2 Klaksviksvegur
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar