Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Stór er tín trúfesti

Bókaútgáva um Mikladals kirkju

Sunnudagin 29. november 2026 hendir nakað so sjáldsamt sum ein bókaútgáva í Mikladals kirkju.

Tá verður bókin ”Stór er tín trúfesti” – Mikladals kirkja 111 ár, eftir Snorra Brend givin út. Bókin er eitt umfatandi verk upp á 440 síður, ið lýsir søguna um Mikladals kirkju, bygdarfólkið og tey stóru tøkini, ið eitt lítið kirkjulið hevur tikið heilt síðani 1646.
Í sambandi við at Mikladals kirkja fyllir 111 ár, hevur Snorri Brend savnað eitt stórt og fjølbroytt tilfar um kirkjuna og bygdina.
”Stór er tín trúfesti” er ikki bert ein vanlig kirkjusøga, men ein livandi og nærverandi frásøgn um trúfesti, trúskap, trúgv og gerandisdagin í eini føroyskari bygd, har kirkjan hevur verið savnandi miðdepilin bæði í gleði og sorg.


Frá kirkjuvígslu til serstakar persónssøgur
Í teimum 440 síðunum verður kavað niður í eina røð av áhugaverdum søguligum hendingum og mannalagnum. Lesarin fær millum annað innlit í:

Vígsluna og stríðið frammanundan: Hví fingu tey nýggja kirkju í 1915, og hvør bygdi hana? Hvør vígdi kirkjuna í desember 1915? Og – hví var kirkjan vígd ein mikudag?
Litríkar persónsmenskur: Nógvar samrøður eru við kvinnur og menn, sum hava sett sín serliga dám á bygdina og kirkjulívið – og tey sum enn tæna kirkjuni í trúfesti. Les um Jóan Magnus sum var deknur her í meiri enn 60 ár. Les um klokkaran, sum kallar fólkið til gudstænastu klokkan 11:00.
Styrkin í einum lítlum kirkjuliði: Hvussu nógv kann eitt lítið samfelag ikki avrika, tá eldhugi, ofurvilji og trúfesti ganga hond í hond – frá bygging til viðlíkahald og menning av kirkjuni fram til dagin í dag.
Dramatiskar hendingar og gerandislív: Bókin nemur eisini við søguligar hendingar í Mikladali – um eitt avhoyr í kirkjuni um ótrúskap, fjórðstørstu grindina í Føroyum í 1872, um upphavið til dramatisku altartalvuna, og um sorgarleikir, sum settu djúp spor víða hvar – og sum avgjørt eisini hoyra við til eina bók um Mikladals kirkju.

Um høvundin
Snorri Brend (f. 1958) er búsitandi á Viðareiði. Hann hevur í næstan 25 ár starvast sum tíðindamaður í útvarpi, bløðum og á netmiðlum, umframt at hann hevur virkað sum trúboðari og arbeitt innan psykiatriina.
Hann hevur áður givið út hesar fýra bøkurnar: Hon fór út (1999), Hetta er okkara bygd (2016), Vit liva og virka (2021) og Ljósið á Oyruni (2024).


Útgávudagur og søla
Bókin ”Stór er tín trúfesti” verður útgivin sunnudagin 29. november 2026 við eina gudstænastu í Mikladals kirkju. Hon fæst til keyps í bókhandlum kring landið.



Fakta um bókina:

Heiti: ”Stór er tín trúfesti”
Høvundur: Snorri Brend
Síðutal: 440 síður (við nógvum søguligum myndum)
Kostnaður: 395 krónur
Útgávudagur: 29. november 2026

Bústaður

Church of Mikladalur

Fornagøta 12

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur