Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Rabbagassin - Rakul Ró Steintórsdóttir
BÓKADAGAR 2026: Familjutiltak
Kennir tú Rabbagassan? Hann bæði hoyrir og sær alt. Og honum dámar ikki, tá ið børn skikka sær illa.
Í søguni um Rabbagassan hoyra vit um Lisu, sum ikki tímir at lata seg í. Hon verður ill, klamsar hurðina aftur og setur seg á trappusteinin. Men áðrenn hon veit av, verður hon lyft upp av einari risastórari hond. Tað er Rabbagassin, sum á egnan hátt vil læra hana at lata seg í klæðir.
Á hesum tiltakinum fer Rakul Ró Steintórsdóttir, rithøvundur, at lesa hart fyri børnunum, og aftaná fara vit at hoyra nakrar góðar sangir.
Søgan um Rabbagassan byggir á tær mongu søgurnar, sum mamma rithøvundin fann uppá og segði henni, tá ið hon var barn. Hetta var hennara yndissøga, og nú fær hon sítt egna lív sum bók.
Rakul Ró Steintórsdóttir, rithøvundur og myndprýðari, hevur skrivað og myndprýtt bókina, sum er serliga ætlað barnagarðsbørnum, men er eisini væl egnað til børn millum 4 og 8 ár.
Rabbagassin er triðja bókin eftir Rakul Ró, eftir at hon sum 20 ára gomul gav út fyrstu bók sína Sólja og súla á sólferð (2023), og árið eftir gav út framhaldið Rógvi og náttarravnur (2024). Hon hevur sjálv skrivað og myndprýtt allar tríggjar bøkurnar.
Bókin er útgivin hjá Innskoti, forlagnum hjá Steintóri Rasmussen, sum m.a. hevur útgivið barnabøkurnar Søgunámið, Sangskrínið, Tvøri og Tvassa og Mín gløggi vinur.
Fyriskipari: Forlagið Innskot
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar