Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Oyggjaleikir og Norrønu gudarnir – bókaframløgur á Reinsarínum


Týskvøldið 24. november kl. 19 verða tvær nýggjar og spennandi bøkur lagdar fram á Reinsarínum. Ein bók um Oyggjaleikir, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Spádómurin, sum er fyrsta bók í nýggjari røð um norrønu gudarnar. Silja Aldudóttir skrivar, og Laura Gunnváardóttir myndprýðir.  Gudny Djurhuus Rasmussen spælir nakrar sangir.
Spádómurin – Norrrønu gudarnir 1
Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi?
Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís …
Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.
Maria Luihn prátar við Silju og Lauru um bókina.
Í Oyggjaleikir – vinaleikir millum oyggjar verða vit tikin aftur til fyrstu oyggjaleikirnar í 1985 og fram til oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í juli komandi ár, tá einir 3000 íðkarar úr 23 oyggjum fara at kappast ímóti hvørji aðrari. Oyggjaleikir eru ein stór ítróttarkapping – á stødd við olympisku vetrar leikirnar. Í bókini kanst tú lesa um stuttligar, serstakar og minnisríkar løtur, um hvussu oyggjaleikirnir vórðu til, ymiskt serstakt um oyggjarnar, sum eru við, og sjálvsagt um ítróttargreinarnar og ítróttarfólk, sum hava verið við – bæði føroysk og útlendsk. Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Betri samtakið hevur stuðlað útgávuni.
Jógvan Skeel Nolsøe, ítróttajournalistur prátar við Páll Holm Johannesen um bókina.
Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva bøkurnar út.
Bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka í barrini.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!
‍

Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur