Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Onkustaðni er ein viðarlund – útgávukonsert við Benjamin Rajani
Í samband við útgávuna av plátuni "Onkustaðni er ein viðarlund" hevur Benjamin Rajani eina serliga útgávukonsert á Reinsarínum.
Á plátuni, sum kemur út longu 6. november, eru 10 nýggir føroyskir sangir. Hetta eru sangir, sum seta orð og tónar á lívið hjá ungum menniskjum í einum samfelagi, har individualisering, væntanir og trýst fylla nógv. Sangirnir viðgera evni sum samleika, lýðing, stríð, trúgv og leitanina eftir einari kós í lívinum. Við bæði nærverandi og poetiskum teksti gevur Benjamin Rajani eina persónliga og erliga mynd av tí at leita, ivast og finna fótafesti.
Á konsertini verður nýggja plátan framførd í síni heild saman við fullum tónleikabólki.
Manningin er:
Benjamin Rajani: Sang og guitar
Filip Zachariassen: El guitar og guitar
Aksel Remmel: Keyboard
Bárður Petersen: Bass og synthbass
Tórður Dam Jacobsen: Trummur
Umframt nýggja tilfarið verða eisini nøkur av kendastu løgunum av debutplátuni "Tá hvørt ljós líkist tær" framførd. Plátan fekk framúr ummæli, millum annað 10 stjørnur í Kvørnini hjá KVF, og varð tilnevnd Ársins útgáva á FMA 2025.
Hetta verður eitt kvøld við sterkari føroyskari sangskriving, vøkrum útsetingum og einum listafólki, sum hevur markerað seg sum eina av teimum fremstu røddunum í nýggjum føroyskum tónleiki.
Bústaður
Reinsaríið
7A Tórsgøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar