Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Onkustaðni er ein viðarlund – útgávukonsert við Benjamin Rajani


Í samband við útgávuna av plátuni "Onkustaðni er ein viðarlund" hevur Benjamin Rajani eina serliga útgávukonsert á Reinsarínum. 
Á plátuni, sum kemur út longu 6. november, eru 10 nýggir føroyskir sangir. Hetta eru sangir, sum seta orð og tónar á lívið hjá ungum menniskjum í einum samfelagi, har individualisering, væntanir og trýst fylla nógv. Sangirnir viðgera evni sum samleika, lýðing, stríð, trúgv og leitanina eftir einari kós í lívinum. Við bæði nærverandi og poetiskum teksti gevur Benjamin Rajani eina persónliga og erliga mynd av tí at leita, ivast og finna fótafesti.
Á konsertini verður nýggja plátan framførd í síni heild saman við fullum tónleikabólki. 
Manningin er: 
Benjamin Rajani: Sang og guitar 
Filip Zachariassen: El guitar og guitar 
Aksel Remmel: Keyboard 
Bárður Petersen: Bass og synthbass 
Tórður Dam Jacobsen: Trummur
Umframt nýggja tilfarið verða eisini nøkur av kendastu løgunum av debutplátuni "Tá hvørt ljós líkist tær" framførd. Plátan fekk framúr ummæli, millum annað 10 stjørnur í Kvørnini hjá KVF, og varð tilnevnd Ársins útgáva á FMA 2025. 
Hetta verður eitt kvøld við sterkari føroyskari sangskriving, vøkrum útsetingum og einum listafólki, sum hevur markerað seg sum eina av teimum fremstu røddunum í nýggjum føroyskum tónleiki.

Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar