Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Økistónar dupultkonsert

Lyon Hansen og Benjamin Petersen & Sámal Ravnsfjall spæla í Etasjuni

Lyon Hansen byrjar dupultkonsertina hetta kvøldið. Hann hevur spælt seg inn í hjørtuni á nógvum føroyingum (og allarhelst útlendingum eisini), við sínari inniligheit, sínari nærveru og sínari øðrvísi og sjarmerandi fólksligheit. Ein gittarsnillingur burturav, sum bæði er hugnaligur og dugnaligur - og sera góður á einum palli.
Síðani kemur ein lítil steðgur.
Aftaná steðgin koma teir báðir, Benjamin Petersen og Sámal Ravnsfjall á pallin. Teir hava spælt saman til tiltøk fyrr í ár og hava fingið serstakliga góð skoðsmál. Hvør dugnaligari enn annar og eru teir tveir tónleikarar við kanti - á hvør sín hátt. Saman má tað næstan blíva til gand.
Tað er sera avmarkað nøgd til hesa dupultkonsertina.
Aftaná konsertirnar letur Etasjan upp fyri almenninginum og tá kemur Mortan Johannessen at spæla langt út á náttina.
Konsertirnar eru stuðlaðar av Økistónum.

Bústaður

Etasjan in Fuglafjørður

Karvatoftir 3

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar