Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Myndaframsýning: Áarmót
FJØLMENTANARVIKAN 2026
Fernisering verður 26. oktobur kl. 15.00 har høvi verður at hitta bæði myndlistafólki og flest allar sniðgevar og kvinnur, ið luttóku. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvat fyri myndir, søgur og sambond spretta burturúr, tá eitt yrkismyndlistafólk, fýra føroysk mótahús og tíggju kvinnur úr ymiskum mentanum hittast?
Hetta setti Altjóðahúsið sær fyri at kanna, tá tey lýstu við einari verkætlan um at bjóða føroyskum sniðgevum og vanligum kvinnum við útlendskari bakgrund at skjalprógva og fagnað ymiskleikan við einari professionellari myndatøku.
Allar kvinnurnar vóru bodnar at taka ein lut við, ið tær mettu serliga umboðaði sína mentan, og síðan skuldu sniðgevarnir lata tær í við íblástri frá hesum. Myndirnar vóru tiknar í hølunum í Steinatúni, og undir Fjølmentanarvikuni 2026 verður høvi at síggja úrsliti fyri fyrstu ferð, tá henda kreativa, sosiala og stuttliga verkætlanin verður sýnd fram undir heitinum, Áarmót.
Myndlistafólkið er 27 ára gamla Kateryna Joensen, ættað úr Ukraina og útbúgvin innan myndatøku.
Kvinnurnar eru Anastasiia Bobrova, Fabiola Ambinintsoa Andriamihaja, Isabel Dinis, Nunthavadee Michelsen, Namfon Sawasdee, Chenny Alfeche, Mary Joy Jacobsen, Ellaine Autentico, Andriana Mironova, Suellen Gomes Suares, Mercy Debes, Akui Kheri, Bipasha Das, Albina Kokina, Henrietta Arinda Ziska, Zia Ísaksdóttir.
Sniðgevar eru Guðrun og Guðrun, Einstakt, Steinum og Elsa Bech.
Framsýningin er ókeypis at síggja í Norðurlandahúsinum til og við 1. novembur 2026.
Fyriskipari: Altjóðahúsið
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar