Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Lusiumorgun við Fljóðljóði
Vælkomin til eitt fjálgt og hugnaligt Lusiuhald
Vit fara at lýsa ta myrku tíðina upp við at bjóða til morgunløtu við íblástri úr Lusiu-siðvenjum. Við livandi ljósi og vøkrum sangi fara vit at binda frið í teimum ofta rokaligu døgunum upp undir jól.
Hendan morgunin fer kvinnukórið Fljóðljóð at veita okkum jólafrið við vøkrum sangi. Tær fara at syngja Lusiu-sangin kl. 9.15 og aðrar sangir, sum fylla rúmið, meðan Tita borðreiðir við heitum drekkamunni og “lussikattum” eftir svenskari uppskrift.
Kom við, anda út, slepp herðunum og finn ró í okkara vøkru hølum, fyltum við yndisligum sangi, livandi ljósi og góðum bakstri frá Titu. Vælkomin!
Við í prísinum er ein «lussikattur» og kaffi/te.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar