Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Lendið
Bárður Jákupsson greiðir frá um sítt listalív
Norðoya Listafelag bjóðar til eina hugnaliga listakafé í Varpinum, har vit fáa vitjan av einum av okkara fremstu listamonnum, Bárði Jákupssyni.
Í sambandi við nýggju listabókina LENDIÐ, sum lýsir listina hjá Bárði og týdning hansara fyri føroyska list og mentan, fáa vit høvi at hoyra Bárð sjálvan greiða frá drúgva virksemi sínum innan føroyska list.
Bókin er samskipað av Kinnu Poulsen, og níggju listafólk, listfrøðingar og ummælarar hava skrivað um Bárð og hansara listarliga virksemi.
Hetta verður eitt serligt høvi at síggja útvalda list hjá listamanninum, umframt at hoyra Bárð sjálvan greiða frá og fáa eina nærri fatan av manninum og listamanninum handan verkini.
Vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu við list, práti og einum góðum kaffimunni. Kaféin hevur opið.
Møguleiki verður eisini at keypa bókina LENDIÐ hetta kvøldið. Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin!
📍 VARPIÐ
🗓️ Hóskvøldið 19/11
🕖 Klokkan 19:00
Bústaður
Varpið
2 Klaksviksvegur
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar