Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kom og kannað spennandi møguleikarnar við tara

Opið hús

Skógurin millum okkum: ‘Tað, sum fløkir seg um okkum’
Kom og kannað spennandi møguleikarnar við tara 🌿
Listafólkini Alberte Holmø Bojesen og Floortje Zonneveld eru aftur í Vági. Hesa ferð arbeiða tær við einari spennandi listaverkætlan, sum knýtir saman tær tríggjar oyggjarnar Suðuroy, Vestmannaeyjar í Íslandi og Træna í Noregi.
Tær kanna burðardyggar og skapandi møguleikar fyri at brúka tara sum eitt alternativ til plast – og nú kanst tú eisini vera við! 🌱
Í Fablab Vágur fært tú høvi at royna teg við tara sum tilfar og uppdaga nýggjar og spennandi mátar at brúka hetta náttúrutilfarið. Vit fara m.a. at gera „leður“ úr tara, framleiða “taratógv”, laserskera og lita ull við tara.
📅 Sunnudagin 25. oktober
📍 Fablab Vágur
🕐 Kl. 13.00–14.00 | Verkstova
Kom við til eina kreativa verkstovu, har vit kanna møguleikarnar við tara.
📩 Tilmelding fer fram við telduposti til fablab@vagur.fo
⚠️ Í mesta lagi 12 luttakarar. Aldursmark: 12 ár.
☕ Kl. 14.00–16.00 | Opið hús – kom framvið
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið, fáa sær ein kaffimunn og síggja, hvat kann skapast úr tara. Tú kanst eisini royna okkurt sjálv/ur, um tú hevur hug 🌿
Tit kunnu lesa meira um spennandi læru- & listarligu verkætlanina her (leinki)
Tað er ókeypis og øll eru vælkomin.
Verkætlanin „Skógurin millum okkum: “Tað, sum fløkir seg um okkum“ er stuðlað av Volt – Nordic Culture Point og Nordic Culture Fund.
Vit gleða okkum at síggja tykkum í Fablab Vágur! 💚

Bústaður

Fab Lab Vágur

Vágsvegur 32

Suðuroy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur