Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Jólakonsertin á Reinsarínum


Ólavsøka er hvørt ár, men jólini eru bara einaferð um árið. Og tí fara vit aftur í ár at hátíðarhalda jólini saman við Bjöllubandanum! 
Tað er fastur táttur, at Bjöllubandin fær Reinsaríið at lukta av gløgg, grann og fyllir rúmið við jólatónum, ið fáa teg í rættan jólahýr. Menninir handan Bjöllubandan eru Benjamin Petersen, Torleik Mortensen, Høgni Lisberg og Dánjal á Neystabø. Og í ár hava teir tríggjar jólagávur við sær á pallin. 
Sophilia, sum sang seg inn í hjørtnuni á føroyingum í sendingini “Hoydalar”. Tóra Trónd, unga talentið við mega hittinum Batmobil og sjónleikarin, filmstjørnan, Kjartan Hansen. So, ert tú til jólahugna og tónleik í heimsklassa, so er at skunda tær at keypa atgongumerki, áðrenn grannin fer avstað við teimum.

Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar