Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvat er eitt gott arbeiðslív?
Svend Brinkmann og Sonja Lyubomirsky fara at geva síni boð uppá hendan spurningin
Sálarfróði skipar fyri fyrilestrum við Svend Brinkmann og Sonju Lyubomirsky. Svend Brinkmann leggur út við at viðgera spurningin: Er dit arbejde vejen til et lykkeligt liv? Og síðan heldur Sonja Lyubomirsky fyrilestur, sum byggir á hennara 36 ára langa arbeiði at skilja og fremja trivnað hjá fólki og arbeiðsplássi. Um fyrilestrarhaldararnar Svend Brinkmann er professari í sálarfrøði, høvundur og fyrilestrarhaldari. Umframt at undirvísa á Aalborg Universiteti, er hann vertur á vælumtókta poddinum Brinkmanns Briks á Danmarks Radio. At áhugin er stórur fyri meiningunum hjá Svend Brinkmann um alskynsk viðurskifti sæst á Facebook, har ið hann hevur fleiri enn 200.000 fylgjarar. Svend Brinkmann er bókaaktuellur og hevur í 2026 latið tvær bókur frá sær. Sonju Lyubomirsky er heimskendur sálarfrøðingur, professari, granskari, høvundur og fyrilestrarhaldari. Sonja Lyubomirsky verður mett at vera millum heimsins fremstu fakfólk, sum kanna og skilja trivnaðin hjá fólki. Hon hevur skrivað hundraðtals vísindagreinar, hon hevur útgivið bestseljarabøkur og staðið á pallið til víðagitnu TED Talk-fyrilestrarnar. Sonja Lyubomirsky er javnan gestur á kendum poddum, og hon er nógv eftirspurd at halda fyrilestrar kring heimin. Skrá Kl. 13.30-14.30 Svend Brinkmann: Er dit arbejde vejen til et lykkeligt liv? Kl. 14.30-14.50 Steðgur Kl. 14.50-15.40 Sonja Lyubomirsky: What I Learned About Increasing Well-Being at Home and in the Workplace From 36 Years of Happiness Science Kl. 15.40-16.00 “Spurt og svarað” við Sonju Lyubomirsky (Q&A) Kostnaður 1 persónur: 1.895 kr. 5 persónar ella fleiri: 1.695 kr. fyri hvønn 10 persónar ella fleiri: 1.495 kr. fyri hvønn Fá 20 % avsláttur við at keypa áðrenn 26. desember 1 persónur: 1.516 kr. 5 persónar ella fleiri: 1.356 kr. fyri hvønn 10 persónar ella fleiri: 1.196 kr. fyri hvønn Til ber eisini at bíleggja atgongumerki (har tú fært rokning sendandi) við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo . Fyriskipari: Sálarfróði / Fróði Hansen
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar