Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hjólvelting 2026
Súkkla ein túr og kom í Perluna til ókeypis nátturða og drekka!
🚲 HJÓLVELTING 11. Oktober 2026 kl 16.00 🚲
Veðrið verður gott fyrsta sunnudag í heystferiuni og vit vilja fylla Perlutorgið við súkklum!
Hjólvelting er eitt tiltak, sum skal varpa ljós á súkklarar og súkkluumstøðurnar í Havn. Hendan sunnudagin eggja vit fólki til at finna súkkluna fram og taka makan, børnini, ella vinirnar við og fara ein frískligan túr í býin saman.
Endamálið er at læra býin at kenna á súkklu, og merkja hvussu skjótt tað kann vera, at koma runt á tveimum hjólum.
📍 Hvat: Súkkling, nátturði, drekka og súkklurøða
📍 Hvar og nær: Enda súkklutúrin hjá tær í Perluni í Tórsgøtu sunnudagin 11. oktober kl. 16.00
Soleiðis virkar tað:
Tit súkkla sjálvi oman í býin, og tit velja sjálvi, hvussu langan túr tit hava hug at súkkla, áðrenn tit enda í Perluni kl. 16.00. Tað kann vera ein beinleiðis túrur heimanífrá ella ein longri túrur runt í býnum.
Øll, sum koma á súkklu í Perluna, fáa ókeypis nátturða frá Grønu Matveitingini og sodavatn frá Landshandlinum. Meðan vit eta og hugna okkum, verður ein stutt røða um súkkling í Havn.
📸 Deil túrin og vinn
Tú kanst leggja mynd frá túrinum í viðmerking til ovasta uppslagið á Facebook-síðuni hjá Hjólvelting, so vit kunnu síggja túrarnar hjá hvørjum øðrum. Drigið verður millum myndirnar um 500kr. frá Rent a Bike.
Øll eru vælkomin.
Tað er heystferia og frídagur, so tak familjuna, vinir og grannar við og ger ein góðan sunnudagstúr burturúr!
Uppskot til súkklutúr, áðrenn leiðin endar í Perluni kl. 16.00:
🚲Úr Hoyvík, súkkla eftir gøtuni framvið Svartafoss og gjøgnum gøtuskipan frá Poul Juels Gøtu í Gundadali: https://maps.app.goo.gl/TPMRN7X49UBe712Z6
🚲Av Argjum, ber súkkluna oman trappurnar við gomlu brúnna og súkkla framvið Sandagerði, undir Landssjúkrahúsinum og framvið Álakeri: https://maps.app.goo.gl/rvdAX6sBmwwUpyPQA
🚲Úr eysturbýnum, súkkla gjøgnum gøtuskipanina á Konmansmýri og Tórsbyrgi: https://maps.app.goo.gl/54Ffd2VVjioXXqd46
🚲Úr vesturbýnum, súkkla runt um Skúlan á Fløtum og Glasir og síðani gjøgnum gøtuna til Ravnsoyargøtu og Jákup Noløes Gøtu: https://maps.app.goo.gl/pEB9BQgQ9Bh92cYf9
🚲Longri túrur til Gomlu Hoyvíkina og út á Argjaboða:
https://maps.app.goo.gl/xhAehPoBTQ6c9TEKA
💡 Minst til hjálm og ljós og ansa eftir í ferðsluni.
Bústaður
Perlan
3 Tórsgøta
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Hjólvelting
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar