Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hitt gandaða lyklaholið
Ein sjónleikur fyri alla familjuna
Hitt gandaða lyklaholið 2026
Ein leikur leiktur av børnum, ungum sum vaksnum í Klaksvíkar sjónleikarafelag, og er hann hóskandi til alla familjuna.
Leikurin er um Sørin, ið er ein raskur drongur. Hann ræðist hvørki huldufólk ella trøll, men at lesa tað dugir hann ikki - hann kennir ikki "S" fyri "K".
Tað besta Sørin veit er at hjálpa smiðinum í heimbygdini, og tí fer hann í læru. Har sleppur hann eisini at hitta Honnu, sum hevur so pent hár og vøkur eygu.
Sørin ætlar sær at gerðast heimsins besti lásasmiður.
Ein dagin verður lykilin til skattakamarið hjá kongi burtur, og tí má ein nýggjur gerast. Sørin smiðurin í Trongugøtu, verður biðin um at gera ein nýggjan lykil, men ólukkutíð: lyklaholið er gandað!
Hitt gandaða lyklaholið (Det forheksede nøglehul) eftir Bente Koch.
Føroya lærarafelag gav út á føroyskum.
Sett upp: Klaksvíkar sjónleikarafelag
Leikstjóri: Birita Adela Davidsen
Búnar: Katrin Bonde, Unn Baldursdóttir og Birita Adela Davidsen
Koreografi: Vár Bech Árting
Pallsnið: Birita Adela Davidsen
Pallsmíð: Kári Joensen, Arnfinn Havn, Stefan Samuelsen á Smið, Karl Martin Samuelsen og Hans Black
Teskari: Annika Egholm
Hjálparfólk: Karl Marius Poulsen, Liljan Køtlum, Hans Hjalti Skaale, Magda Mi, Emry Jo, Ása Bjørg Midjord, Durita Samuelsen á Smið, Súsanna Olsen, Jancy Kalsø, Bjørt Steffansdóttir Kalsø, Eyðna Festirstein, Olaf Erlingsson Festirstein, Róar Erlingsson Festirststein, Erling Larsen, Ragnhild Ellingsgaard, Heidi Kjærbo, Julia Louisdóttir Joensen, Turið Joensen, Asta Højgaard, Birgir Joensen, Dánjal Kjærbo, Fiona Parker, Annfinnur Heinesen, Eliana Svøðstein, Anna Maria Mellemgaard, Marjun Kalsø, Vera Klipt, Faroe Ship
Uppruna sangir:
Lag Bodil Heister og orð eftir Johannes Møllehave
Týtt: Hans Hjalti Skaale
Tónleikaútseting: Magni Husgaard
Plakat: Ida Husgaard Kjærbo
Myndir: Øssur Hentze
Leikarirnir eru ein góð blanding av nýggjum sum gomlum leikarum, ið hava havt sína dagligu gongd hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag hettar seinasta leikárið. Tey eru:
Franklin Durituson Samuelsen, Bjørg Jónleifsdóttir á Steig, Vón Arge Ellingsgaard, Elisa í Jákupsstovu, Sunnvá Rógvadóttir, Elin Sólja Steffansdóttir Kalsø, Jemima Hvannastein, Saloma Hvannastein, Ida Husgaard Kjærbo, Anna jógvansdóttir, Eva Schmidt,
Eva Sólsker Vang, Væna Heradóttir, Olaf Erlingsson Festirstein, Róar Erlingsson Festirststein, Louis Joensen, Hans Hjalti Skaale, Karl Sofus Heimustovu, Jancy Kalsø, Durita Samuelsen á Smið, Emry Jo og Karl Marius Poulsen.
Takk MáF (Meginfelag áhugaleikara Føroya) fyri dyggan stuðul.
Ein serlig tøkk til Sigrið Mikkjalsdóttir, ið lat okkum upprunahandritið frá leikinum í 1997, sum nú er endurnýtt.
Bústaður
Spinnaríið
Klingrugarður 1
Norðoyggjar
Hetta tiltakið er skipað av
Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar