Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Føroyskur filmur fram á leið
Undanprát til sýningina av Biritu
Kann ein føroyskur filmur vinna Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins aftur í ár? Hvønn týdning hevur ein tilnevning í veruleikanum fyri føroyskan film og føroyska filmsvinnu? Og verður Jón Hammer skjótt Føroya mest umbidni filmsframleiðari, nú hann er tilnevndur annað árið á rað?
Vælkomin til eitt lætt og óformligt filmsprát við tríggjar av tilnevndu føroyingunum til ársins Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Leikstjóri Búi Dam og framleiðarar Jón Hammer og Durita Sumberg hitta Sakaris Stórá, leikstjóra, og Rólant Waag Dam, vert, til eina samrøðu um føroyskan film og føroyska filmsvinnu, um filmsvirðislønir – og um hvat tær í roynd og veru hava at týða.
Filmstoymið handan filmin Seinasta paradís á jørð gjørdi tað bragd at vinna stóru Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2025. Í ár eru Føroyar aftur klárar við tilnevningini av einum hjartanemandi eindømi av einum heimildarfilmi – Birita. Brennandi spurningurin er, um vit fara at gera tað aftur.
Aftan á sýningina av filminum bjóðar Norðurlandahúsið teimum, sum koma, at heiðra ársins tilnevndu til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins við einum brúsandi drykki.
Luttakarar Búi Dam er tilnevndur virðislønina í 2026 fyri leikstjórn og filmshandrit saman við Jóni Hammer, Duritu Sumberg og Mark Steele, sum øll eru tilnevnd sum framleiðarar.
Sakaris Stórá vann virðislønina í 2025 fyri leikstjórn saman við Mads Stegger og Tommy Oksen fyri handrit og Jóni Hammer sum framleiðara.
Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar