Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Føroyar - Kosovo
Føroyar - Kosovo, 4. november 2026 kl. 19:00 við Tjarnir.
Føroyska A landsliðið við monnum setur hol á EM undankappingina mikudagin, 4. november 2026 kl. 19:00, tá Kosovo vitjar við Tjarnir.
Møguleiki er at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini.
Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.
Fjepparaøkið
Bólkur F er lagdur sum fjepparaøkið, tí skal roknast við, at áskoðarar standa, rópa og stuðla undir øllum dystinum í hesum bólkinum.
Atgongumerki til rørslutarnað
Atgongumerki til rørslutarnað kunnu keypast við at venda sær til info@tjarnir.fo
Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin 5. oktober kl. 10 á tjarnir.fo.
Bústaður
Við Tjarnir
Atlagøta
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Hondbóltssamband Føroya
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar