Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Felags kórkonsert
Frá Noregi til Fuglafjarðar - ein konsert við Kor-Øst og Fuglafjarðar sangkór
Hvat hendir, tá eitt norskt ferðakór við sangarum úr øllum Eysturnoregi kemur til Føroya?
Tað fæst at hoyra í Fuglafjarðar kirkju, har Kor-Øst og Fuglafjarðar Sangkór bjóða til eina fjølbroytta og hugnaliga konsert.
Kor-Øst hevur sangarar heilt frá Østfold í suðri til Røros í norðri. Kórið savnast tvær ferðir um árið at venja saman – og hvørja ferð verður eisini lagt upp fyri einari spennandi konsertferð til eitt nýtt og serstakt ferðamál. Í ár hava tey valt Føroyar.
Á skránni verða sálmar, fólkasangir og nýggjari kórverk, framførd av Kor-Øst og Fuglafjarðar Sangkóri hvør sær. Eisini fara kórini at syngja saman – eitt samstarv, sum vónandi verður ein av teimum serligu løtunum á konsertini.
Kom við til eitt kvøld við fjølbroyttum kórsangi, norskari og føroyskari sanggleði og góðum tónleikaligum felagsskapi.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Bústaður
The church of Fuglafjørður
Kirkjuvegur 20
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar