Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Eyði Horsdal @ Moss Restaurant!

  • Eyði Horsdal @ Moss Restaurant, kl 19

Eyða Horsdal og bólkur fara at framføra inniligan, hugnaligan konsert á Moss.

Leygarkvøldið 28. november kl 19:00 verður ein nærverandi og hugnaliga konsert við Eyða Horsdal og bólki á Moss Restaurant.

Eyði Horsdal kemur á pallin við nýggjum tilfari og einum vælspælandi bólki afturat sær. Bólkurin arbeiðir í løtuni við eini heildarútgávu, sum verður merkt av nýggjum føroyskum sangum í einum fólksligum og sangbærum stíli.

Eyði hevur gjørt vart við seg við sínum lætta og melodiska tóna og sínum jarðbundnu og sansaligu tekstum. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, men rúma samstundis dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert, har tónleikurin, tekstirnir og nærveran fáa pláss.
Ein konsert við vøkrum melodium og hugnaligum stemningi.

• Eyði Horsdal – sangur, gittari og klaver
• Kristian Pauli Ellefsen - orgul og harmoniku
• Arnold Ludvig – bass og gittari

Konsertin er stuðlað av Økistónum

Bústaður

Moss

20 Skálatrøð

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur