Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Diabetesgonga um allan heim
gongutúrur í Klaksvík
Diabetesgonga um allan heim – gongutúrur í Klaksvík
Sunnudagin 15. november kl. 14.00 verður skipað fyri diabetesgongu í Klaksvík. Møtt verður við Guttabreyt, haðani gingið verður út í Grøv. Túrurin er umleið 3 km, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, bæði børn, vaksin og eldri. Aftaná verður bjóðað frukt sum Bónus hevur latið til høvið.
Áðrenn gingið verður, kemur Bára Randrup Joensen, sum er lækni og granskari, at greiða frá um kanningina “Finn øll við diabetes 2”.
Global Diabetes Walk, diabetesgongan er eitt afturvendandi alheims átak, sum World Diabetes Foundation hevur tikið stig til. Í november mánaði savnast fólk í londum kring allan heimin til gongutúrar, fyri at varpa ljós á diabetes og týdningin av kropsligum virksemi í fyribyrging og handfaring av sjúkuni. Gongutúrarnir verða skipaðir í sambandi við altjóða diabetesdagin.
Tiltakið er eitt samstarv millum Steno Miðstøðina, Diabetesfelagið, Norðoya Gongufelag og Visit North.
Vónandi síggjast vit til ein góðan gongutúr!
Seinni er møguligt at møta upp til støkk-inn kanningar fyri diabetis 2 á kommunuskrivstovuni á Viðareiði frá kl. 14.30-16.30.
Bústaður
Breytin við Másheyg
7 Við Másheyg
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar