Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Áin – samrøða og stuttfilmur við Kim Simonsen

BÓKADAGAR 2026: Samrøða við Beinir Bergsson

Vælkomin til forvitnisligt útgávutiltak, ið bæði bjóðar áhoyrarum til eina samrøðu um nýggju tvørlistaligu bókina Áin eftir Kim Simonsen, og er samstundis ein sýning av stuttfilminum av sama navni.
Áin er um vatn, sorg og sambandið millum menniskjað og landslagið. Áin verður ikki bara lýst sum eitt landslag, men sum eitt livandi, føroyskt netverk av vatni, steinum, plantum, fuglum, veðri, søgu og minnissporum.
Tiltakið er bygt upp sum ein samrøða við Kim Simonsen, styttri upplestur úr bókini og sýning av stuttfilminum Áin (9 min.). Filmurin er leikstjórnaður av Thomasi Koba við yrkingum eftir Kim Simonsen og tónleiki eftir Heðin Ziska Davidsen.
Samrøðan fer at snúgva seg um, hvussu ein bók kann skriva seg inn í eitt stað og eitt landslag; um geopoesi, trauma, og um hvussu vatn og náttúra kunnu verða ein partur av tí, vit eru, minnast og bera við okkum. Útgangsstøðið er í Traðaránni á Strondum, har høvundurin vaks upp.
Filmurin varð instillaður til Geytan, føroysku stuttfilmskappingina í 2026, og hevur verið vístur í Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Estlandi, Kina og Italia.
Luttakarar Beinir Bergsson er orðstýrari. Hann er rithøvundur og týðari. Yrkingasavnið hjá honum Sólgarðurin (2021) varð tilnevnt Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022. Beinir er eisini virkin sum viðmerkjari av samtíðarlist og skapandi virksemi.
Kim Simonsen er høvundur og útgevari, mag.art. og ph.d. Hann eigur og rekur Forlagið Eksil. Yrkingasavnið hjá honum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av sjógvi minnir um blóðið í mínum æðrum (2023) varð tilnevnt Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2024. Hann arbeiðir við menniskja og náttúru, havinum, og nú við einari á.
Thomas Koba er filmsleikstjóri og kendur sum ein av stovnarunum av framleiðslufyritøkuni Kovboyfilm. Saman við beiggja sínum Michaeli Koba hevur hann gjørt filmar og lýsingar í Føroyum í meira enn 20 ár.
Heðin Ziska Davidsen er tónleikari og tónasmiður. Hann er útbúgvin MA í New Audiences and Innovative Practice frá Listaháskóla Íslands, ið er ein útbúgving, sum leggur dent á at nýta nýskapandi og tvørfakligar arbeiðshættir at skapa og miðla tónleik.
Fyriskipari: Forlagið Eksil

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur