Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
1. adventsljós verður tendrað í Saltangará
Føroya størsti adventskransur er at síggja í Saltangará
Føroya størsti adventskransur verður tendraður.
Skipað verður fyri einari hugnaligari og hátíðarligari løtu, tá fyrsta ljósið á adventskrasinum verður tendrað 1. sunnudag í advent. Jólahýrurin verður í hásæti - og ein eldsál fer at tendra ljósið á adventskransinum. Á skránni verða kórframførsla og røða.
Hendan 1. sunnudagin í advent fer kórið TARIRA at framføra vakrar og jólaligir sangir. Hetta fer heilt víst at vekja jólahýrin úr dvalanum.
Til tiltakið verður møguleiki at keypa okkurt heitt at drekka við onkrum góðum afturvið. B25B frá Miðnám á Kambsdali fara at hava sølu úr hugnaligu smáttunum á økinum.
Adventskransurin stendur á grøna økið millum Føroya Tele og Bláa Kross í Saltangará. Tiltakið byrjar sunnudagin 29. november kl. 14.00.
Bústaður
Grøna økið millum Føroya Tele og Bláa Kross
23 Heiðavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar